STONGDAR LEIÐIR - Vegleiðing

Um skipanina

Skipanin er vegleiðandi. Tað er teksturin, ið er lýstur í Kunngerðasavninum, sum til einhvørja tíð er galdandi.

Skipanin skal gera tað lættari at seta seg inn í, nær, hvar og hvørjar leiðir innan fyri føroyska fiskimarkið eru stongdar fyri vinnuligum fiskiskapi.

Stongdu leiðirnar kunnu vísast fyri hvønn skipabólk ella við at áseta eginleikar hjá skipi, t.d. reiðskap. Við at velja ávíst skip verður skipabólkurin eisini ásettur.

Skipanin vísir allar stongdar leiðir - eisini bráðfeingis veiðibann.

Stongdar leiðir fyri skipabólk '2: Trolarar' í tíðarskeiðinum 1. mai 2014 til 29. august 2014. Í vinstra niðara horni sæst knattstøðan, har músin peikar á kortinum. Klikt er á reyða økið, so upplýsingar um tað síggjast í høgra borði.

Kort og flyting í tí

Bakgrundskortið

Bakgrundskortið vísir føroysku strandalinjuna, fiskimarkið, 12 fjórðingar úr grundlinjunum o.a. Haraftrat eru staðanøvn, vitar og teirra ljós-eyðkenni, høvuðsvegir, luftforðingar, boðar, mið, havnir o.a. sett á kortið.

Á kortinum eru 5, 10 ella 50 m millum dýpdarlinjurnar. Hvussu stórur munur er vístur ímillum dýpdarlinjurnar, og hvørji staðanøvn verða víst er tengt at lutfallinum, sum kortið verður víst við. Einstøku punktini á fiskimarkinum koma til sjóndar við knattstøðu, tá ið zoomað verður inn á tey. Nágreiniligari upplýsingar um fiskimarkið síggjast á vorn.fo.

Flyting og suming í kortinum

Brúkarin kann flyta kortið við músini við at halda á vinstra músaknøtti.

Brúkarin sumar inn í kortinum við at halda a 'Shift' knøttinum og síðan halda á vinstra músaknøtti og soleiðis draga kring økið av áhuga. Suma verður út verður gjørt við at klikkja á 'stigan' í ovara høgra horni.

Tað ber eisini til at brúka skrulluhjólið á músinum til at suma inn og út av kortinum.

Knattstøðan

Knattstøðan har músin peikar á kortinum verður víst í niðara vinstra horni á kortinum. Knattstøðan er givin í WGS84. Kortið sjálvt er víst við projektión UTM29.

Filtur

Skipanin kennir til allar stongdar leiðir innanfyri føroyska fiskimarkið frá 1. januar 2012 - eisini bráðfeingis veiðibann.

Filtrini skulu nýtast fyri at velja og avmarka, hvørjar stongdar leiðir verða vístar. Soleiðis kann skipanin vísa stongdar leiðir fyri t.d. skipabólk '2: TROLARAR' í tíðarskeiðinum frá 1. mai til 15. september. Avmarkingar kunnu gerast upp á reiðskap, fiskaslag, maskinorku og bruttotons. Filtrini velja stongdar leiðir burtur úr øllum teimum stongdu leiðunum í skipanini.

Knøtturin 'Byrja umaftur' nullstillar skipanina, so hon kemur í somu støðu sum at byrja við – bæði kort, filtur og dagfesting.
Skipaleiting
Ein listi at velja burturúr av verður vístur við skipanøvnum og sýslunumrum. Listin verður ásettur útífrá tekstinum, sum verður skrivaður í rútin. Listi við skipanøvnum kemur fram, haðani eitt teirra kann veljast. Við støði í valda skipinum verða virðini til filtrini ásett.
Avmarking eftir skipabólki
Skipabólkar, sum eru fevndir av lógini um vinnuligan fiskiskap, eru á listanum. Flyt músina inn á teigin, so listin at velja av kemur fram.

Onnur filtur verða sett sjálvvirkandi í samsvari við valda skipabólkin. Filtur kunnu tá fáa fleiri virði til sama filtur. Tá sæst 'FLEIRI VALD'. Møguleiki er síðan at velja eitt teirra.
At byrja við eru allir reiðskapir, sum er nevndir í lógum og kunngerðum um vinnuligan fiskiskap, við á listanum. Er ein skipabólkur valdur, verður listin avmarkaður til reiðskap, sum hoyrir til tann skipabólkin.
At byrja við eru øll fiskasløg, sum lógir og kunngerðir um vinnuligan fiskiskap fevna um, við á listanum. Er ein skipabólkur valdur, verða viðkomandi fiskasløg sett í listan.
At byrja við eru allar støddir av maskinorku, sum eru nevndar í lógum og kunngerðum um vinnuligan fiskiskap, við á listanum. Er ein skipabólkur valdur, verða viðkomandi støddir á maskinorku settar í listan.
At byrja við eru allar støddir av skipum, sum er nevnd í lógum og kunngerðum um vinnuligan fiskiskap, við á listanum. Er ein skipabólkur valdur, verða viðkomandi støddir á skipum settar í listan.

Í nøkrum førum fáa filtur virði 'FLEIRI VALD'. Tá eru fleiri virði nýtt til filtreringina av stongdum leiðum. Av teimum kunnu einstøk virði veljast.

Upplýsingar um stongdar leiðir

Stongdu leiðirnar verða vístar við myrkum, partvís gjøgnumskygdum økjum, tá ið filtur eru sett. Tí gerast øki, har fleiri stongdar leiðir liggja yvir hvørjari aðrari, myrkari enn aðrastaðni.

Við at klikkja á stongda leið á kortinum kemur listi við fleiri upplýsingum til sjóndar í høgru síðu.

Klikkir tú á eina leið á listanum, verður leiðin miðsett, og fleiri upplýsingar um leiðina verða vístar, m.a. er beinleiðis slóð til ásetingina í lógum ella kunngerðum.

Tíðarlinja

Tíðarlinjan loyvir brúkaranum at velja tíðarskeið, sum stongdar leiðir skulu vísast fyri. Samlaða tíðarskeiðið verður býtt sundir í minni tíðarskeið. Við endan á hvørjum tíðarskeiði er ein varði, sum vísir, at her hendir ein broyting í stongdu leiðunum. Á tíðarlinjuni er virki tíðarskeið víst við reyðum. Á kortinum síggjast stongdu leiðirnar í virkna tíðarskeiðinum, sum samstundis svara til ásettu filtrini.

Tíðarlinjan vísir tíðarskeiðið 1. juni 2014 til 01. januar 2015. Varðar eru á tíðarlinjuni 1. juni, 2. juni o.s.fr. Reyða linjustykkið á tíðarlinjuni vísir tíðarskeiðið, sum verður víst á kortinum.

Tíðarskeiðini eru sett frá degnum, tá ið tú kemur inn á síðuna og nakað fram. Brúkarin kann sjálvur broyta tíðarskeiðini við at klikkja á dagfestingarnar yvir endunum báðum á tíðarlinjuni.

Brúkarin kann klikkja á bæði varða og tíðarskeið.

Verður klikt á sjálvan varðan, verða leiðir, ið fara úr ella koma í gildi hendan dagin, vístar á kortinum og upplýsingar um tær verða vístar høgrumegin kortið.

Verður klikt á tíðarskeiðið, verða leiðir, ið eru stongdar tá, vístar á kortinum og upplýsingarnar um leiðirnar verða vístar høgrumegin kortið.

Á næstu myndini er klikt á varðan við 24.05.2014, tí er listin í høgru síðu komin fram. Listin vísir til leiðirnar, sum eru broyttar á midnátt millum 23. og 24. mai, t.d. kann ein stongd leið lata upp ella at treytirnar fyri onkra leið broytast tann dagin. Listin er býttur í tvey: stongdar leiðir, sum fara úr gildi og tær, sum koma í gildi. Leiðin, sum músin peikar á í listanum verður markerað á kortinum: leiðir, sum fara úr gildi við grønum og tær, sum koma í gildi við reyðum.

Varðar eru á tíðarlinjuni 10.05., 24.05. o.s.fr. Klikt er á punktið omanfyri 24.05.2014. Í høgru síðu eru broytingarnar, sum henda á midnátt millum 23. og 24 mai. Listin er býttur í stongdar leiðir sum fara úr gildi og tær, sum koma í gildi.

Stongdu leiðirnar á kortinum hoyra til eitt ávíst tíðarskeið, sum er víst við reyðum á tíðarlinjuni. Skift verður millum tíðarskeiðini á tíðarlinjuni við at nýta pílarnar á knappaborðinum, at klikkja á eitt av linjustykkjunum ella við at klikkja á dupultpílarnar vinstrumegin tíðarlinjuna.